
Í gjár gjørdi Trygd og Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg (LFB) undirskriva tryggingaravtalu, sum merkir, at sjálvboðin bjargingarfólk eru tryggjaði á ein nøktandi hátt í sambandi við teirra virksemi í føroysku tilbúgvingini.
Tryggingaravtalan hevur samtíðis við sær, at bjargingarfeløgini aftur eru tøk í tilbúgvingini til leiting og bjarging á landi og á sjógvi. Arbeiðið hjá bjargingarfeløgunum var lagt niður í november mánaða í fjør, tí tryggingarviðurskiftini tá ikki vóru í lagi. Men nú eru tryggingarviðurskiftini nøktandi, og tí verður arbeiðið hjá bjargingarfeløgunum tikið upp aftur.
Tryggingaravtalan inniber, at sjálvboðin bjargingarfólk, sum eru skrásett í einum bjargingarfelagið, og sum koma til skaðis í átøkum á landi ella á sjógvi, ikki hava inntøkumiss í sambandi við óarbeiðsføri. Treytin fyri endurgjaldi er, at skadda bjargingarfólkið er fevnt av arbeiðsskaðatryggingarlógini.
Formaðurin í LFB, Regin Jespersen, fegnast, og hann sigur soleiðis um nýggju tryggingaravtaluna:
???Vit hava fingið eina góða tryggingaravtalu, ið er til gagns fyri sjálvboðin bjargingarfólk, sum gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiðið fyri tilbúgvingina í Føroyum. Bjargingarfeløgini hava yvir fimti ár á baki og útinna hjálpararbeiði í mun til borgarar og samfelagsvirðir í breiðum týdningi. Í hesum hjálpararbeiði fyri landsins tilbúgving, sum til tíðir ikki er vandaleyst, er alneyðugt við nøktandi tryggingarviðurskiftum.???
Í sambandi við fyrireiking av tryggingaravtaluni, so hava LFB og Fiskimálaráðið samstarvað og loyst uppgávuna í felag. Í tilgongdini hevur LFB eisini ráðført seg við Tiljar.
Tryggingaravtalan skal endurskoðast til heystar, og tá verður virksemið hjá bjargingarfeløgunum formfest við góðskuskipan. Endamálið er somuleiðis, at dagføra yvirskipaða samstarvið millum LFB og Fiskimálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald