2015-05-12 04:18
Bjargingar- og sløkkiliðini í Vágum høvdu úr at gera í kvøld.
Kvøldið byrjaði við eini bjargingarvenjing í barnagarðinum í Sandavági, ímeðan tann venjingin var í gongd komu boð um, at eldur var í einum húsi í Miðvági, men tíbetur var eingin fólkaskaði har.
Seinni komu boð um, at báturin hjá Lakeside hevði motortrupulleikar, hann var staddur á Leitisvatni.
Á Slættanesi vóru 5 mans og hugdu eftir hvussu lendingin har skal fáast í góðan stand aftur, tann eini maðurin var so óheppin at hann fór á sjógv millum bátin og lendingina, men hann var fingin uppaftur í øllum góðum - sí myndirnar niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald