2015-12-12 17:25
Mundi dottið av stólinum í gjár, tá eg lurtaði eftir løgtingsviðgerðini av uppskotinum um at lækka partafelagsskattin hjá alivinnuni og hækka tøkugjaldið í staðin.
Nývorpni tingbólkaformaður javnaðarfloksins nevndi undirritaða borgarstjóra í Sands kommunu, og fanst at tí veruleika at Sandoyggin er komin uppí part tá um partafelagsskatt frá alivinnuni umræður, og fanst somuleiðis at, at undirritaði fegnaðist um framgongdina.
Jónleif Johannesen hevði ein trupulleika av at Sands kommuna hevði fingið 3 mió kr í atvinnuskatti frá alivinnuni, og helt at her mátti onnur umfordeiling til, soleiðis at skipanin gjørdist meiri rættvís.
Eg má harðliga átala, at nývunna vald Jónleifs verður nýtt til at bíta Sandoynna og Sands kommunu so dyggiliga á bakið.
Sandoyggin hevur í áratíggju drigist við ovurhonds stóra skuld, hevur í áratíggju drigist við fráflyting, hevur í áratíggju liðið undir minkandi vinnuligum virksemi, sum so líðandi hevur máa undan tilverugrundarlagnum í oynni. Sandoyggin hevur sanniliga ikki nýtt gott av skipanum sum landið hevur ræði á, og hevur long tíðarskeið ikki fingið inn í eygað frá skiftandi samgongum.
Nú er so eitt alifelag um at fáa fast undir fótum í oynni, og avleiðingarnar síggjast longu. Flakavirkið í Skopun er latið uppaftur, fólk hava fingið størv á Sandi at taka sær av aliringunum ið liggja á vánni, og í ár eru nakrar krónur eisini komnar í kommunukassan á Sandi.
Tað hevði sømt seg Jónleif Johannesen at fegnast við oyggjafólki sínum, heldur enn at roynt at funnist at, og fyrireika skipanir sum koma at gera, at partafelagsskattur aldrin aftur verður veruleiki á Sandoynni frá alivinnuni.
Sum borgarstjóri er sera týdningarmikið at man er á varðhaldi yvirfyri landspolitikarum, og vegleiðir og hartar har tað er neyðugt. Hetta skal hervið verða gjørt.
Sandoyggin kann sigast at hava tvinnanda verjar í samgonguni.
Hesir báðir tingmenn hava ábyrgdina av at verða á varðhaldi, tá uppskot í Løgtinginum gera seg inná oynna.
Fyritreytin fyri at alifyritøkan í oynni fær fótafesti, er fyri tað fyrsta at tað ber til at ala á Sandsvág, og fyri tað næsta at fyritøkan sleppur at tjena pengar.
Verður uppskotið um at lækka partafelagsskattin og hækka tøkugjaldi samtykt, fer hetta at hava við sær at tað verður minni áhugavert at ala á Sandsvág, tí at munurin millum vinningin og váðan minkar. Velur fyritøkan at gevast á Sandoynni, so steðgar alt virksemið á Sandoynni, eisini flakavirkið.
Tøkugjaldið verður tikið inn, áðrenn fyritøkan sleppur at fáa eitt úrslit, hetta vil siga, at fyritøkan aldrin aftur kemur út við einum úrsliti sum gerð, at Sands kommuna kemur at fáa atvinnuskatt frá fyritøkuni aftur.
Harafturat fær kommunan ikki part í tøkugjaldinum hetta skal beinleiðis í landskassan. Faktiskt er hetta eitt stórt rán úr kommunukassunum, ikki bara á Sandi, men nógvastaðni kring landið, eisini í Klaksvík har Jónleif Johannesen býr.
So eg havi eina áheitan at bera tinglimunum sum umboða Sandoynna á Tingi fyri tíðina. Hugsi tykkum um, hetta er eitt stórt mál fyri tykkara bakland, lati verða við at bíta okkum á bakið.
Brandur Sandoy, Borgarstjóri á Sandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald