- Innihaldið er einfalt og nemur lívið við støði í tí ástøði, at tað eru tær vanligu løturnar gerandis og heilagt, sum bera og skapa tær stóru løturnar í lívinum, sigur biskupur millum annað í formælinum
Um mánaðarskiftið november / desember gevur
VP.fo út næstu bókina eftir Jógvan Fríðriksson, biskup.
Í formælinum til bókina, greiður Jógvan
Fríðriksson, biskupur, frá innihaldinum í nýggju bókini.
- Lestrarnir í hesi bók eru sendingar í
??tvarpinum høgtíðsdagar í kirkjuárinum.
- Innihaldið er einfalt og nemur lívið við støði
í tí ástøði, at tað eru tær vanligu løturnar gerandis og heilagt, sum bera og
skapa tær stóru løturnar í lívinum, skrivar biskupur.
Tað var útvarpsmaðurin Janus Mohr, ið heitti á
Jógvan Fríðriksson og fekk hesar útvarpssendingar í lag.
- Takki Janusi Mohr fyri ta tíð, ið hann
starvaðist í ??tvarpi Føroya / Kringvarpinum. Eitt ríkt tíðarskeið við atliti at
føroyskari mentan, siðsøgu og kirkjusøgu, skrivar biskupur millum annað í formælinum.
Jógvan Fríðriksson skrivar í bókini "Ljós
um lond og niðu" um lívið í øllum tess skiftandi vavi í gleði og sorg,
lívsfyllu og kreppu. Frásagnirnar ferðast millum fólk á leiðini bæði á landi og
sjógvi. Tey smáu klípini í tilveruni gera heildarmyndina burðardygga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald