Ítróttur

Birita Debes setti eisini nýtt føroyskt met

...

2013-07-30 02:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Birita Debes setti í morgun eitt flott nýtt føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, tá ið hon á heimsmeistarstevnuni í Barcelona svam teinin uppá 1:05.64, har hennara føroyska met frá Danish Open í mars mánaða var 1:06.19. Tíðin var nóg góð til at hon bleiv nr 40 av 50.

Stóra søgan á HM í Barcelona í kvøld var tá ið 16 ára gamla Ruta Meilutyte úr Litava í hálvfinaluni í 100 metra bringusvimjing setti nýtt heimsmet, við at svimja teinin uppá 1.04.35. Ikki tí, hon er olympiskur meistari frá London 2012, har hon setti evropamet 1:05.21, og setti eisini 'tekstil-heimsmet' í innleiðandi riðlunum nú á HM í Barcelona, so tað vóru tey sum væntaðu (og vænta) okkurt stórt. Amerikanska Jessica Hardy átti heimsmetið á 1:04.45, frá US Open í 2009. Danska Rikke Møller Pedersen svam triðbestu tíð 1:05.99, sum er nýtt danskt og norðurlendskt met, og russiska Yuliya Efimova lá so millum tær báðar við 1:05.29. Finalan er í morgin.


Skrivar http://www.svimjing.com/


Annars kann eg leggja afturat at Pál Joensen svimur í morgin 800 metrar frí. Pál svimur umleið klokkan 10. Eurosport vísur HM í svimjing og teir byrja klokkan 8:55 í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder