2013-07-31 15:05
Birita Debes luttók fyri løtu síðani í 50 metra ryggsvimjing á HM í Barcelona, og megnaði hon har at svimja seg til eitt 40. pláss av 51 luttakandi, við tíðini 30.57. Hetta er fjórbesta tíð sum hon (ella nøkur onnur føroysk kvinna) nakrantíð hevur svomið, har føroyska metið hjá henni er 30.12 frá Danish Open í mars mánaða. Sí úrslitalistan her.
Bartal Hestoy luttók fyri løtu síðani í 200 metra blandaðari svimjing, á heimsmeistarastevnuni á langgeil 2013 í Barcelona. Hann megnaði at svimja seg til eitt persónligt met 2:09.46, har besta tíð hjá honum áðrenn hetta var 2:10.16 á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona í juni mánaða. Magnus Jákupsson eigur føroyska metið á 2:06.92.
Kelda: svimjing.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald