Ítróttur

Birgir: Tóki var munurin

...

2015-01-29 05:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

VÍF vann í kvøld 32-23 á Kyndli í  seinnu CocaCola hálvfinaluni hjá monnum - fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki -  sostatt er VÍF  í finaluni, har teir skulu møta Neistanum. JN.fo hitti Birgir Poulsen hjá Kyndli eftir dystin.

Les meira um dystin her.

Vit spurdu hann fyrst, hvat gekk galið hjá teimum.

- Vit byrjaðu sera væl, vit fingu mál uppá kjansirnar, men verjan hjá okkum riggaði ikki, tað ger hon heldur ikki allan fyrra hálvleik, tá ið teir fáa 15 mál. Í seinna hálvleiki detta vit bara meira og meira sundur í verjuni, og tað smittar uppá álopið, og tí fáa vit ikki álopsspælið at koyra.

Les eisini: Ingi: Alt riggaði hjá Tóka.

Vit spurdu eisini Birgir, hví teir ikki fingu mál hjá Tóka Seloy.

- Vit koma ikki orduliga í ferð, vit missa fokus í verjuni, og tí koyrur álopi ikki 100%, Tóki stóð ein branddyst, og Tóki er 100% munurin í dag, segði Birgir við JN.fo beint eftir dystin.

Sí myndir frá dystinum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder