2015-03-29 16:23
Í gjárskvøldið fekk løgreglan fráboðan um at ein bilur við fýra ungum dreingjum var endaður á takinum, beint norðan fyri Hálsin í Sandavági. Dreingirnir høvdu verið og leikt fótbólt í Havn.
Bilurin var á veg vestureftir, tá førarin misti tarmarhaldið á bilinum av hálku. Teir fýra dreingirnir vóru fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar, har kanningarnar vístu at eingin hevði fingið álvarsligan skaða.
Vakthavandi legði afturat, tá JN.fo tosaði á politistøðina í Havn, at náttin hevði verið stak friðarlig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald