JN

Bilur fór útav vegnum norðanfyri Sandavág

...

2017-12-27 22:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Koyrilíkindini um Hálsin í Sandavági hava verið vánalig í allan dag, nógvur krapi hevur verið á vegnum. Vit skrivaðu í morgun og í dag um stórar bilar, sum stóðu fastir.

Í kvøld var ein persónbilur farin út av vegnum í Skriðuni, sum er heimanfyri Háls, har var tíbetur eingin fólkaskaði og bilurin hevði heldur ikki fingið stóran skaða.

Vit tóku hesar myndirnar fyri løtu síðan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder