2018-06-04 15:12

Fyri einari lítlari løtu síðani fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur var farin útav vegnum við Fútaklett í Vágum.
Løgreglan og sjúkrabilur blivu beinavegin send á staðið, av løgreglustøðini verður sagt, at førarin slapp úr bilinum, men hann verður møguliga sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Grivið verður fyri káplum í niðara borð á vegnum, um tað kann hava viðvirkað til óhappið vita vit ikki, men okkurt kundi bent á tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald