Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg um hjúnabandslógina
1. Hvør hevur álagt Sirið Stenberg at samráðast við danskar myndugleikar um broytingar í hjúnabandslógini?
2. Eru broytingarnar í hjúnabandslógini partur av avtalaða politikkinum hjá samgonguni?
3. Hví stendur onki um broytingar í hjúnabandslógini í samgonguskjalinum?
4. Kunnu landsstýrisfólk arbeiða við málum, sum ikki eru avtalað í samgonguskjalinum?
5. Sigur broytingaruppskotið, sum varð samtykt í Løgtinginum, nakað um, at Sirið Stenberg skal átaka sær nakra uppgávu í hesum sambandi?
Tað eru fleiri, sum hava varnast, at onki stendur um broytingar í hjúnabandslógini í samgonguskjalinum. Tí undrar tað almikið, at Sirið Stenberg við lív og sál arbeiðir við hesum máli, sum ikki er partur av avtalaða samgongupolitikkinum. Tá undirritaði fyri stuttari tíð síðani spurdi Kristinum Háfoss, hví hon ikki arbeiðir við at yvirtaka fíggjareftirlitið, svaraði hon, at tað ikki var partur av samgonguskjalinum. Altso at landsstýrisfólk ikki arbeiða við málum, sum ikki eru avtalað í samgonguskjalinum. Hesar báðar tjóðveldiskvinnurnar byggja á ymiskt grundarlag. Tann eina arbeiðir við fullari megi við einum máli, sum ikki er samgongumál, meðan hin ikki tekst við slíkt, sum ikki eru samgongumál.
Bill Justinussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald