FSF: Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze hava í fyrstu atløgu úttikið 26 spælarar til dystin ímóti Aserbaijan, sum verður á Svangaskarði mikudagin 17. juni.
Í hesum sambandi hava U21-venjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze í fyrstu atløgu sent boð eftir 26 spælarum. Umframt venjingar, eru eisini tveir venjingardystir á skránni, áðrenn endaligi hópurin, ið fer at telja 20 spælarar, verður úttikin til dystiin ímóti Aserbaijan.
Málverjar:
Elias Rasmussen (Víkingur)
Hallgrím G. Hansen (ÍF)
Verjuspælarar:
Leivur Joensen (ÍF)
Gestur B. Dam (B36)
Andrias Eriksen (B36)
Hørður Askham (B36)
Teitur J. Olsen (TB)
Poul N. Mikkelsen (ÍF)
Heri E. Kjærbo (FC Suðuroy)
Sonni Ragnar Nattestad (Vejle BK)
Miðvallarar:
Jonas G. Hansen (Varde IF)
Haraldur Højgaard (NSÍ)
Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Gunnar Vatnhamar (Víkingur)
Benjamin Heinesen (B36)
Hákun Edmundsson (NSÍ)
Bethuel Hansen (Silkeborg IF)
Rasmus Dan Sørensen (EB/Streymur)
Bartal Wardum (HB)
Magnus Egilsson (AB)
Framherjar:
Patrik Johannesen (TB)
Poul Ingason (HB)
John J. Frederiksen (Nexø BK)
Meinhardt E. Olsen (NSÍ)
Búi Egilsson (FC Suðuroy)
Karstin Højgaard (AB)
Umframt Aserbaijan, er føroyska U21-landsliðið í bólki saman við Týsklandi, Finnlandi, Eysturríki og Russlandi.
Fýra undankappingardystir eru á skránni í ár, meðan seks dystir verða spældir í 2016.
EM-endaspælið, sum verður í 2017, verður spælt í Póllandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald