Ítróttur

Bill Mc Leod Jacobsen gevst sum venjari hjá AB

...

2014-04-16 05:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

AB.fo skrivar:

Bill Mc Leod Jacobsen hevur í kvøld boðað nevndini í AB og FC Argjum frá, at hann gevst sum venjari hjá EFFO-liðnum hjá AB.

Bill sigur við heimasíðuna hjá AB, at tað er av persónligum orsøkum, at hann hevur tikið hesa avgerð."Eg havi havt tað gott hesa fýra mánaðirnar á Argjum, men tíðin og orkan røkkur ikki til longur. Tað hava verið fýra spennandi og avbjóðandi mánaðir, har eg havi havt møguleikan at arbeiða saman við nøkrum dugnaligum spælarum, venjarum og hjálparfólkum. Eg havi verið væl móttikin í felagnum og havi einki ilt at bera nøkur á Argjum", sigur Bill Mc. Leod í kvøld.

Hann hevur tikið avgerðina í sátt og semju við nevndina í FC Argjum. "Teir hava játtað, at taka móti mínari uppsøgn sum venjari í felagnum.Eg havi valt at taka hesa avgerða longu nú, tí tað er best fyri meg og fyri felagið, sum hevur nakrar lykladystir fyri framman.Eg vil takka øllum fyri tíðina á Argjum og somuleiðis ynskja øllum eina gleðiligar páskir", sigur Bill Mc Leod Jacobsen.

-

Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum, er sera harmur um, at Bill gervst sum venjari."Vit eru keddir av støðuni, sum er íkomin á Argjum. Vit hava verið glaðir fyri Bill, og hendan støðan er íkomin brádliga fyri okkum. Vit hava gingið uppsøgnini hjá Bill á møti og ynskja honum alt tað besta í framtíðini", sigur Sjúrður Olsen. "Vit mugu bara koma víðari, og vit arbeiða við at finna eina varandi loysn. Fyribils tekur hjálparvenjarin, Oddbjørn Joensen yvir hesa vikuna.Bill hevur eisini havt aðrar uppgávur í felagnum við ungdómsarbeiði, og tað er ikki óhugsandi, at tað samstarvið heldur fram", sigur ein harmur Sjúrður Olsen við heimasíðuna hjá AB í kvøld.

-

Vit her á heimasíðuni og í Argja Bóltfelag yvirhøvur eru eisini hørm um at Bill longu hevur tikið avgerð um at gevast sum venjari. Vit takka Bill fyri góða samstarvið og vóna, at hann ikki sleppur felagnum heilt, men verður at síggja í øðrum høpi enn í EFFO-deildini í felagnum.

Takk fyri innsatsin, Bill.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder