Politikkur

Bill Justinussen spyr Sirið Stenberg um havnaútbyggingina í Havn

...

2016-09-20 08:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg

1. Hví lurtaði landsstýriskvinnan ikki eftir tilmælinum frá Býarskipanarnevnd Landsins um stóru havnaútbyggingina hjá Tórshavnar Kommunu?

2. Hvørji atlit tók landsstýriskvinnan, tá hon valdi ikki at fylgja tilmælinum?

3. Var landsstýriskvinnan løgd undir trýst av Heðini Mortensen, og varð samgongusamstarvið nevnt í samskiftinum millum landsstýriskvinnuna og Heðin Mortensen og møgulig onnur í samgonguni?

4. Vórðu avtalur um onnur politisk mál gjørd í sambandi við avgreiðsluna av hesum máli?

Havnaútbyggingin hjá Tórshavnar havn fekk eina turbulenta viðgerð í Innlendismálaráðnum. Býarskipanarnevnd Landsins, sum er fakmyndugleikin og serfrøðin á økinum, mælti frá við teirri grundgeving, at havnin hevði ligið betri aðrastaðni í kommununi, helst burtur frá bygdum øki, har ferðsluviðurskiftini eru betri, og har tað slepst undan ampa av ferðslu, óljóði og øðrum. Nevndin heldur eisini, at útbyggingarmøguleikarnir aftaná ætlaðu útbyggingina eru avmarkaðir. Samanumtikið metir Býarskipanarnevndin, at tað ikki er góð planlegging at staðseta eina stóra góðs- og bingjuhavn beint fyri miðbýðin í Havn. Tað undrar mong, at landsstýriskvinnan ikki fylgir tilmælinum frá Býarskipanarnevndini. Havandi veiku samgonguna í huga, har m.a. borgarstjórin í Tórshavnar kommunu er 17. maður, er skjótt at hugsa, at landsstýriskvinnan hevur vrakað óheftu serfrøðina og tikið eina politiska avgerð fyri at tryggja støðufesti í samgonguni. Neyvan fæst nakrantíð at vita, um nakrar avtalur eru gjørdar handan stongdar dyr í hesum málinum. Eftir stendur, at landsstýrið við Tjóðveldi á odda hevur gingið beint ímóti tilmælinum frá eini fakligari ráðgevandi nevnd. Spurningurin er nú, um fyrisitingarmál verða avgreidd politiskt og um ráðgevandi stovnar við dýrtkeyptari serfrøði framyvir mugu finna seg í, at teirra serfrøði verður sett til síðis, um hon ikki passar inn í partapolitikkin hjá samgonguflokkunum.

Bill Justinussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder