Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg
1. ??tlar landsstýriskvinnan at gera nakað fyri at steðga dálkandi útláti og órógvandi óljóði frá fremmandum skipum í føroyskum havnum, sum ikki lúka vanlig altjóða krøv hesum viðvíkjandi?
2. Hvørjar lógir, ásetingar ella sáttmálar skulu galda, fyri at Føroyar hava somu generellu viðurskifti hesum viðvíkjandi sum onnur lond.
Nakrar havnir í Føroyum liggja mitt inni í býnum/bygdini. Søguliga hoyra búsetingar og havnir saman. Fólk hava altíð sett búsett seg har, sum góð havnaviðurskifti, virksemi og arbeiðspláss eru. Og øvut hava havnir verið bygdar og útbygdar, har fólk og vinnulív eru. Tí er neyðugt, at vinna og fólk hava eitt ávíst tol við hvørjumøðrum, tí rúm skal vera fyri báðum. Tó eru tað nøkur skip, sum brenna óvanliga skitið. Roykurin frá hesum skipum er kolasvartur. Liggur lotið inn móti landi, er ikki hugsingur um hjá teimum, sum búgva í økinum, at til dømis heingja klæðir út á snórin ella at hava børn sovandi úttanfyri í barnavogni. Roykurin er so tjúkkur og ítøkiligir, at ein bæði smakkar og luktar hann. Hetta er tíverri alt ov vanligt at uppliva inni á Skálafjørðinum og er til tíðir helst sama skil aðrastaðni kring landið. Somuleiðis er ein órógvandi støðugur gangur frá hesum skipum, sum tekur svøvnin frá teimum menniskjum, sum ikki tola slíkt óljóð. Vit eru øll ymisk. Fyri nøkur órógvar dálking og óljóð als ikki, meðan tað hjá øðrum er óúthaldiligt. Tá nú altjóða krøv eru, sum munandi avmarka slíka dálking og óljóð, er tað ein sjálvsøgn, at somu krøv skulu vera galdandi í Føroyum.
Bill Justinussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald