Politikkur

Bill Justinussen spyr Poul Michelsen á tingfundinum í morgin

...

2015-11-11 02:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur til Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum

1. Við hvørji heimild hevur Heilsufrøðisliga Starvsstovan noktað matvøruhandlum at lata avlopsmatvørur til felagsskapir, sum býta mat út til treingjandi familjur?

2. Verða søla av matvørum og ókeypis útflýggjan av matvørum viðfarin eins í heimildum Starvsstovunnar?

3. Er talan um eina einstaka hending ella er forboðið galdandi generelt?

4. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at matvøruhandlar framhaldandi kunnu lata avlopsvørur til teirra, sum tørva, heldur enn at burturbeina matin?

Sambært tíðindum í farnu viku verða nógvar familjur raktar av, at Heilsufrøðisliga Starvsstovan hevur noktað matvøruhandlum at geva avlopsvørur burtur. Í mong ár hava hjálparfelagsskapir borið mat út ókeypis til treingjandi barnafamiljur. Hetta hevur í fleiri førum verið avgerandi fyri, at børn í okkara samfelagi ikki hava sitið svong. Tá nú almenni myndugleikin við lógini í hond steðgar hesum virksemi, má landsstýrismaðurin, sum er ovasti fyrisitingarligi myndugleiki á økinum, greiða frá umstøðunum.

Bill Justinussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder