2015-11-11 03:07
Munnligur fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum
1. Hvussu stórur verður skattalættin, sum samgongan hevur fráboðað verður settur í verk frá 1. januar 2016?
2. Hvussu verður skattalættin býttur á inntøkubólkar?
3. Hvat kostar skattalættin landskassanum?
4. Hvussu verður skattalættin fíggjaður?
Tað eru góð tíðindir, at nýggja landsstýrið sum eitt tað fyrsta ætlar at veita skattalættar. Enn er lítið ítøkiligt komið fram um hesar ætlanir annað enn, at talan er um ein lætta á kr. 7-800 um mánaðin til lægstu inntøkubólkarnar. Nú minni enn 2 mánaðir eru eftir av árinum, er hugsandi, at samgongan so smátt hevur fótað sær og er tilreiðar at greiða frá ætlaðu broytingunum.
Bill Justinussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald