Vit mugu ásanna, at bústaðarútreiðslurnar í Føroyum eru ov høgar, og at hetta helst er størsta einstaka orsøkin til, at fólk koma í fátækraváða.
Tí er alneyðugt at fara undir munagóð átøk, sum gera tað møguligt hjá fólki í øllum aldri at kunna velja ein bíligari bústað.
Tað skal somuleiðis gerast bíligari hjá lesandi at búgva í bíligum búeindum undir lestrinum. Eins og í grannalondum okkara, so eiga fólk at kunna velja ímillum ymsar bústaðarmøguleikar. Alt lívið snýr seg um raðfesting hvønn einasta dag. Um fólk heldur ynskja sær eina bíligari íbúð og brúka meir pening til upplivingar, ferðast og annað, so skal tað vera møguligt. Um onnur hinvegin ynskja at brúka meir pening uppá bústaðin, so gera tey sjálvandi tað.
Frælsi at liva verður størri og fólk gerast meir mobil og ikki ???tvangsinnløgd??? í síni egnu stóru og kostnaðarmiklu hús, sum tey kanska ikki sleppa av við fyri nóg nógvan pening. Vit eru noydd at fylgja rákinum, so tey ungu kunnu trívast í landi okkara. Okkara ungdómur, sum hevur nomið sær útbúgving uttanlanda er vanur við bíligari bústaðareindir har. Eftir lokna útbúgving koma tey heim og skulu tá ofta tíverri til at gjalda meir fyri bústaðin.
Hesum vil eg arbeiða fyri.
???
X við Fólkaflokkin
X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald