JN

Bíligari at vera føroyingur

...

2015-07-16 16:41 Author image
placeholder

 Frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið farið 1,2 prosent niður.

Hagstovan skrivar:

Tað eru príslækkingar í nýtslubólkinum býli, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Rentan á íbúðalánum er farin 9,3 prosent niður, og prísurin á brenniolju til húsarhald er lækkaður 11,8 prosent. Samanlagt er býliskostnaðurin farin 4,7 prosent niður.
Prísirnir eru eisini lækkaðir í fleiri øðrum nýtslubólkum. Klædnaprísirnir eru lækkaðir 1,4 prosent, flutningsprísirnir eru farnir 1,7 prosent niður, og príslækkingin í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur hevur verið 2,3 prosent.
Mesti prísvøkstur seinasta árið hevur verið í nýtslubólkinum rúsdrekka og tubbak, 2,2 prosent.
Prísirnir á matvørum - samanlagt - hava so at siga staðið í stað seinasta árið. Mestu broytingarnar eru, at kaffi er dýrkað, og kjøt er vorðið bíligari.


0,4 prosent upp seinasta ársfjórðingin
Annan ársfjórðing hækkaði brúkaraprístalið 0,4 prosent samanborið við fyrsta ársfjórðing. Mesti prísvøkstur hevur verið í nýtslubólkunum flutningur, 1,7 prosent, og býli, 1,5 prosent. Og mesta príslækking hevur verið í nýtslubólkinum innbúgv, húsbúnaður o.l., 0,8 prosent. Matvøruprísirnir eru farnir 0,3 prosent niður seinasta ársfjórðingin.
Annan ársfjórðing var brúkaraprístalið 117,7 samanborið við 117,2 annan ársfjórðing.

Dagførdu og útgreinaðu upplýsingarnar um brúkaraprístalið eru at finna í hagtalsgrunninum.
 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder