JN

Bíligari at vera borgari í Vága kommunu komandi ár

...

2017-11-23 09:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága býráð samtykti fíggjarætlanina fyri 2018 á býráðsfundi tann 20. november 2017.


Samtykt var at lækka skattaprosentið við 0,5%, so tað verður 22 % komandi ár.
Barnafrádrátturin verður tann sami sum nú, kr. 5.500,-
Stóra broytingin er, at loft verður sett á, hvussu nógv foreldur skulu rinda fyri barnaansing, líkamikið hvussu nógv børn tey hava í ansing. Hetta loft verður í 2018 kr. 3.000,-.

Fíggjarætlanin javnvigar við 92.754 mkr.
Til rakstur eru avsettar 79.333 mkr.
Til løgur 11.150 mkr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder