Nevndin í P/F Norðoyatunlinum hevur avgjørt at lækka prísirnar á nýggjárinum fyri persónbilar við haldi. Túrahaldini lækka 20%, úr kr. 50 niður í kr. 40, og árshaldini lækka 14%, úr kr. 700 niður í kr. 600 um mánaðin.
Ferðslan í Norðoyatunlinum er vaksin støðugt síðani hann lat upp. Tá árið 2015 er av, hava væntandi knapt 900.000 akfør koyrt í Norðoyatunlinum í ár.
Higartil í ár - frá januar til november - er ferðslan økt við 6 prosentum í mun til sama tíðarskeið seinasta ár. ??kta ferðslan saman við lækkandi rakstrarkostnaði hevur havt við sær javnt fallandi prísir so hvørt, sum roknskaparliga støðan er betrað.
Grundarlag er nú fyri at lækka prísirnar fyri at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin. Størsta lækkingin er uppá 20 prosent.
Prísirnir í Norðoyatunlinum broytast soleiðis:
·Prísurin fyri hvønn túrin við haldi lækkar úr 50 krónum niður í 40 krónur fyri hvønn túr.
·Árshaldini lækka úr 700 krónum niður í 600 krónur um mánaðin.
·Fyri tey, sum hava árshald í báðum tunlunum, verður prísurin 1.000 krónur um mánaðin.
·Tað verður eingin prísbroyting fyri einkultar túrar og akfør longur enn 6 metrar.
Hóast príslækkingina í Norðoyatunlinum, so kunnu haldini eins og áður nýtast í báðum tunlunum. Tá farið verður gjøgnum Norðoyatunnilin verða 40 krónur trektar, meðan 30 krónur fara av haldinum, tá koyrt verður í Vágatunlinum.
Príslækkingin hevur við sær, at P/F Norðoyatunnilin væntandi fær 3,8 milliónir krónur minni í inntøkum í 2016.
Tekna hald og spar pengar
Seinasta príslækkingin í Norðoyatunlinum økir um prísmunin millum ferðakostnaðin hjá teimum, sum hava hald og teimum, sum ikki hava hald. Við haldi kann ein persónbilur koyra 2,5 ferðir so ofta gjøgnum Norðoaytunnilin fyri somu upphædd, sum tað kostar uttan hald. Á heimasíðu felagsins ???www.tunnil.fo??? ber til at tekna hald. Eitt túrahald kann ognast fyri úr kr. 600,-.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald