Føroyingar skulu hava møguleika at keypa yvirskotsorku frá vindmyllu og vatnorku um náttina
??? sum nú fer fyri skeytið - fyri ein bíligan prís.
Hetta kann m.a. brúkast til at lagra orku til at hita húsini við dagin eftir, og t.d. til vaskimaskinur og turkitrumlur, sum eru orkukrevjandi húsarhaldstól. Á henda hátt kann eitt húsarhald spara yvir 500 kr. um mánaðin.
Nógv grøn orka í Føroyum fer fyri skeytið um náttina, við tað at vindmyllurnar ikki framleiða og yvirskotsvatn verður latið úr byrgingunum. Hetta verður gjørt, tí eftirspurningurin er so lítil eftir orku um náttina.
Eg haldi, at stundin er komin til at gera upp við hesa støðu. Í Føroyum skal tað bera til at keypa yvirskotsorku um náttina fyri ein bíligan prís, eins og vit kenna tað frá evropeiska meginlandinum.
Náttarorkan kann nýtast til nógvan ymiskan orkutørv hjá einum vanligum húsarhaldi. Tað fyrsta, sum liggur til høgrabeinið, er at seta vaskimaskinur og turkitrumlur í gongd um náttina. Hetta eru sera orkukrevjandi húsarhaldstól, sum kosta nógv árliga hjá húsarhaldinum. Harnæst er upplagt at lagra bíligu náttarorkuna í vatntanga í húsarhaldinum, sum so kann brúkast til at hita húsini við dagin eftir. Skipaninar við at lagra orku í vatntanga eru skipanir, sum verða seldar hjá øllum HVS fyritøkunum í Føroyum.
Tað er serliga í tíðarsekiðinum frá kl. 21 til kl. 06, at orkutørvurin er lítil. Eg haldi, at tað er hugstoytt, at vit í Føroyum ikki gagnnýta tí tøku grønu orkuna til fulnar. Vindmyllurnar steðga við at framleiða, meðan oljufýrini úti í húsarhaldunum koyra við fullari ferð og brenna dýra innflutta olju!
Mínar útrokningar vísa, at við hesum kann hvørt húsarhaldið spara 500 kr. um mánaðin!
Í Føroyum verður heldur ikki í nóg stóran mun eggjað til at leggja um frá upphiting við oljufýr til grøna EL upphiting. Ein jarðhita skipan kostar uml. 150.000 kr. og ein góð luft til vatn skipan kostar uml. 75.000 kr.
Eg haldi, at vit mugu fremja tiltøk, sum í størri mun fara at eggja til at leggja um frá upphiting við oljufýr til upphiting við EL. Hetta kundi t.d. verið gjørt, við at løgtingið ásetti eina árliga puljuupphædd til stuðul til umlegging. Hesin peningur kundi passandi komið frá oljuavgjaldinum, sum húsarhaldini gjalda, tá tey keypa olju. Ein annar møguleiki er at fáa veitt rentufrí lán.
Um føroyska samfelagið leggur um frá upphiting við olju til upphiting við grønari EL orku fer tað eisini í stóran mun at hava positiv árin á búskapin, við tað at oljan skal innflytast, t.v.s. peningur fer av landinum, meðan kostnaðurin fyri grønu orkuna verður verandi inni í føroyska búskapinum.
Lat okkum fremja hesa ætlan ??? og syrgja fyri, at húsarhaldini fáa møguleikan at spara 500 kr. um mánaðin.
Stuðla Janus Rein, valevni Fólkafloksins, týsdagin!???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald