Trygd hevur ment eina nýggja biltrygging, ið er eitt stórt framstig fyri føroyskar bileigarar.
Biltrygd eitur tryggingin, sum inniheldur nógvar fyrimunir fyri bileigarar, m.a. nógv betri trygging til bilføraran, um hann fær skaða í ferðsluóhappi, og møguleika at fáa sálarliga kreppuhjálp. Eisini er bilhjálpin víðkað, eins og tað nú ber til at tryggja seg móti sonevndum parkeringsbuklum.
???Við nýggju tryggingini verður bilførarin munandi betur tryggjaður. Í roynd og veru hava føroyskir bilførarar havt nógv verri treytir enn hini ferðafólkini í bilinum, tá talan hevur verið um persónsskaðar í sambandi við ferðsluóhapp, har annað akfar ikki hevur verið blandað uppí. Hetta hava vit í Trygd nú gjørt nakað við, og tí kunnu vit sum nakað nýtt í Føroyum bjóða bilførarum eina nógv betri trygging,??? sigur Janus Thomsen, stjóri í Trygd.
Biltrygd er sostatt eitt stórt framstig á føroyska tryggingarmarknaðinum, og við nýggju tryggingini er bilførarin altíð best tryggjaður hjá Trygd. Millum aðrar fyrimunir, sum bert fáast hjá Trygd, kunnu nevnast:
??? Partvís skrokktrygging: Eitt millumting millum vanliga skrokktrygging og ábyrgdartrygging. Hetta er eitt nú ætlað til eldri bilar.
??? Bilhjálp: Møguleiki at fáa bilhjálp, um tú eitt nú steðgar upp, bilurin stendur fastur, ella tú hevur koyrt skeivt brennievni á bilin.
??? Leigubilur: Møguleiki at fáa leigubil ??? bæði tá bilurin er á verkstaði í sambandi við skrokkskaða og mekaniskan skaða.
??? Parkeringstrygging: Kundar sleppa undan at gjalda sjálvsábyrgd, um bilurin fær skaða, meðan hann stendur parkeraður, og tað ikki ber til at staðfesta, hvør hevur gjørt skaðan.
Harafturat ber nú eisini til at velja, hvussu stór sjálvsábyrgdin fyri skrokkskaðar skal vera, frá 0 - 15.000 kr.
Allar nýggjar tryggingar verða teknaðar eftir nýggju treytunum, meðan verandi kundar mugu venda sær til Trygd fyri at broyta tryggingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald