2021-10-17 20:16
Eg havi sett landstýrismanninum í fíggjarmálum fyrispurning, um hædd er tikin fyri blindum og sjónveikum í samband við at SSL hevur bílagt eina nýggja bileggingarskipan.
??????????????????
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Rasmussen, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Um hædd er tikin fyri blindum og sjónveikum í nýggju bíleggingarskipanini hjá Strandfaraskipum Landsins
Spurningur:
Eru ætlanir um at gera tað møguligt hjá blindum og sjónveikum at bíleggja í nýggju bíleggingarskipanini hjá Strandfaraskipum Landsins?
Viðmerkingar:
Strandfaraskip Landsins hava bílagt eina nýggja bíleggingarskipan til bæði oyggja- og bygdaleiðir, sum væntandi kann setast í verk í 2022.
Tá ið tað almenna fer undir nýggjar verkætlanir er av týdningi, at tær rúma øllum borgarunum í landinum.
Í hesum førinum, tá talan er um nýggja bíleggingarskipan, so er av týdningi, at øll fáa ágóðan av henni, eisini blind og sjónveik.
Spyrjarin ynskir at fáa at vita, um hædd er tikin fyri blindum og sjónveikum í nýggju bíleggingarskipanini, sum Strandfaraskip Landsins hevur bílagt. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 15. oktober 2021
Uni Rasmussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald