2016-04-30 09:58
Sambært nýggjastu hagtølunum frá Akstovuni, so økist sølan av nýggjum akførum, ímeðan innflutninguri av gomlum akførum stendur í stað.
1. kvartal í ár vóru innflutt 853 nýggj akfør, ímóti 735 sama tíðarskeið í fjør, tað er ein øking uppá 118 akfør, sum svarar til 16% -
Mest verður selt av persónbilum - 1 kvartal í ár vórðu innfluttir 667 nýggir persónbilar, í fjør var talið 565, tað eru sostatt 102 fleiri higartil í ár, sum svarar til 18,05%
Sí hagtølini frrá Akstovuni á myndunum niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald