2018-03-12 20:59

KVF: Strandfaraskip landsins bíða eftir kanningum og sjófrágreiðing, áðrenn støða verður tikin til siglingina til Fugloyarog vanlukkuna á Kirkju í gjár.
Tað sigur stjórin, Hilmar Eliasen, sum ikki hevur fleiri viðmerkingar í løtuni.
Hann var eystan í ættini í gjár, og tá nógvur vindur er, verður ikki lagt at í Hattarvík. Men á Kirkju lívir, og har verður lagt at.
Hilmar Eliasen sigur, at skiparin tekur avgerð um at leggja at í samráði við staðkønan mann í landi, sum er avgreiðslumaðurin hjá Strandferðsluni á staðnum, les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald