JN

Bíbliur til børn í India við stuðli úr Føroyum

...

2015-07-02 14:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Við stuðli frá Føroyska Bíbliufelagnum, hava nøkur børn í India fingið barnabíbliur og myndabíbliur.

Eitt av endamálinum hjá Føroyska Bíbliufelagnum er, at stuðla altjóða bíbliuarbeiði, so tey, ið onga bíbliu eiga, kunnu lesa bíbliuna á sínum egna máli.

Stýrið fyri Føroyska Bíbliufelagið samtykti í fjør heyst, at savna inn pening, sum skuldi latast til keyp av barnabíblium til børn á einum barnaheimi í India.

Christu Suda Communications og Ministries (CSCM) er kristiligur missións- og hjálparfelagsskapur í India. Við hjálp frá m.a. Indre Mission í Danmark hava tey bygt eitt barnaheim til fátøk børn í økinum. Føroyska Bíbliufelagið hevur samband við CSCM umvegis Bjarne Gertz Olsen, ið hevur verið trúboðari í Føroyum og sum vitjar CSCM regluliga. Heimið varð vígt og tikið í nýtslu 27. apríl 2014.

Pláss eru fyri 30 børnum á Barnaheiminum. Heimið verður eisini nýtt til skeið og ráðstevnur fyri sunnudagsskúlalærarum, prestum o.ø. Hvønn sunnudag er sunnudagsskúli. ??tlanin er eisini, at bjóða vaksnum undirvísing á barnaheiminum. Í økinum eru mong fátøk og heimleys børn.

Ein Bíblia í India kostar 175 INR, ið er umleið 17,00 kr. Ein Barnabíblia við litmyndum kostar umleið 80,00 kr.

Í vár flutti Bíbliufelagið kr. 6.000,00 til CSCM við áheitan um, at leiðslan keypti barnabíbliur og myndabíbliur á teirra egna máli til børnini á barnaheiminum. Hetta er nú gjørt og børnini hava fingið hvør sína barnabíbliu og tey smæstu hvør sína myndabíbliu.

Gleðin var stór, tá ið leiðarin fyri barnaheimið, pastor Benarji, handaði børnunum hvør sína bíbliu. Pastor Benarji ynskir at takka føroyingum hjartaliga, ið hava stuðlað hesi verkætlan.

Føroyska Bíbliufelagið takkar eisini teimum, ið hava latið pening og stuðla hesa verkætlan okkara í India.

Fleiri myndir úr India kunnu síggjast í myndasavninum á: www.biblia.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder