2014-11-05 21:54
Føroyska Bíbliufelagið hevur júst avdúkað nýggja heimasíðu. Dentur hevur verið lagdur á at gera heimasíðuna so brúkaravinarliga sum gjørligt. Hon er løtt at ferðast á og hevur allar hentleikar og tænastur, sum ein heimasíða skal hava í dag.
Á nýggju heimasíðuni ber til at lesa og hoyra upplestur (teldutalu) av Bíbliuni, soleiðis at blind, sjón- og lesiveik hava møguleika at hoyra.
Umframt Bíbliuna er eisini upplýsandi tilfar, leinkja til nýggju bíbliu-appina og bíbliu-lesiætlan.
Til ber eisini at tekna seg fyri tíðindabrævinum og gerast limur í Bíbliufelagnum. Á síðuni verður eisini regluliga kunnað um tær verkætlanirnar, sum Bíbliufelagið arbeiðir við, bókasøla við bíleggingarmøguleikum, myndasavn o.m.a.
Tíðindi og granskingarúrslit frá bíbliuarbeiðnum úti og heima verða javnan løgd á heimasíðuna.
Heimasíðan er gjørd soleiðis, at hon er løtt at umsita í tí dagliga, og møguleikar eru at byggja út við ymsum øðrum tænastum.
Faroe Media á Skála hevur sniðgivið og forritað heimasíðuna.
Vónandi verður tikið væl ímóti nýggju heimasíðuni.
Vitja nýggju heimasíðuna hjá Føroyska Bíbliufelagnum áwww.biblia.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald