Politikkur

Betri umstøður og viðgerð til sálarsjúk

....

2015-08-25 00:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Viðgerðartilboð og -umstøður hjá sálarsjúkum eru út av lagi vánaligar í Føroyum, og hetta má og skal broytast. Tíanbetur hevur meira fokus verið á hetta økið tey síðstu árini, og tað er gleðiligt at síggja tær broytingar, ið eru hendar.

Bíðitíðin til barna- og ungdómspsykiatri er burtur
Miðflokkurin hevur m.a. verið við til at fingið ein ungdóms- og barnapsykiatara. Hetta hevur havt við sær, at bíðitíðin, ið var 2½ ár við 150 børnum/ungum á listanum, nú er einans 20 fólk, og er tí komin niður á tað, man kallar eina náttúrliga bíðitíð.

Eitt annað, ið vit kunnu gleðast um, er sambýlið Eystan Heyg, har fleiri av teimum, sum í fleiri ár hava búð á psykiatriska deplinum, nú búgva. Eisini var skjøtulin settur á stóru útbyggingina av Landssjúkrahúsinum 23. februar 2015, har psykiatriski depilin fer at flyta oman. Prosjekteringin er liðug og tíðarætlan løgd. Í nýggju hølunum fara umstøðurnar fyri viðgerð at vera munandi betur enn í verandi hølum.

Til síðst kann eisini nevnast, at tað er eitt stórt framstig at hava fingið sálarfrøðing á miðnámsskúlarnar, og seinni í ár verður gongd sett á økispykiatriina í Suðuroy og í Vágunum.

Men enn er nógv, ið skal gerast
Millum annað fer Miðflokkurin at arbeiða fyri at fáa eina sálarliga skaðastovu, so at fólk við bráðfeingis tørvi á sálarligari hjálp ikki vera vend í dyrnum við boðunum um, at tey skulu koma aftur um 3-4 vikur.

Eg vil tí arbeiða fyri:

· at stuðulin til at fara til sálarfrøðing hækkar, so manglandi fígging ikki er ein forðan fyri at fáa tað hjálp, einum tørvar

· eini skipan líknandi tí við tannlæknum, har ein fær fría viðgerð hjá sálarfrøðingi til ein er 18 ár

· at umstøðurnar á psykiatriska deplinum nú og til nýggju hølini eru liðug betrast munandi

· at fáa eina sálarliga skaðastovu

· at betra um karmarnar hjá økispsykiatriini

Hugsa eisini um tey sálarsjúku, tá tú setur krossin tann 1. septembur.

Lív Justinussen

Valevni fyri Miðflokkin

Les fleiri lesarabrøv her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder