Politikkur

Betri umstøður hjá skjótiítróttini og veiðuáhugaðum í Føroyum

...

2015-08-24 15:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

??rvalsítróttur skapar málsøkin. Ítróttin hevur ein sera týðandi leiklut í okkara mentan og er við til at menna okkara ungdóm. Framsókn virkar fyri, at so nógvar ítróttagreinar, sum tilber, kunnu liva og mennast í Føroyum. Vit eiga at eggja øllum teimum sjálvbodnu kreftunum, sum eiga heiðurin fyri, at vit eru so væl fyri á hesum øki.

Vit eiga at raðfesta einstaklingaítróttina hægri, enn vit hava gjørt. Føroyingar gera seg av álvara galdandi innan hesar ítróttir í altjóðahøpi og koma ikki so sjáldan heimaftur uttan úr heimi við heiðursmerkjum.

Verandi vápnalóg eigur at víðkast:

Ger tað møguligt at yvirbyggja standard vápnaskeið/vápnaprógv, til høglbyrsu, við einum skeiði til riflu. Eins og við til dømis koyrikorti, har ein fyrst tekur til vanligan bil og so kann taka til lastbil, motorsúkklu o.s.fr. Jú, tað er kanska ikki so nógv vilt djór at veiða við riflu í Føroyum, men jaktheimurin hjá einum sum hevur jakt til frítíðarítriv, er so nógv størri enn Føroyar. Sum lógin verður tulkað í dag, so kann ein føroyingur, ella fyri so vítt ein útlendingur, sum hevur tikið rifluloyvi uttanlands, ikki fáa tað við til Føroyar. Hetta kann halda fólki frá at flyta til Føroyar.

Ger áseting í lógini um vápnapass ( sum fylgir altjóða standard) í lógina. Hetta hevði gjørt tað munandi lættari hjá skjóti íðkarum og veiðimonnum at ferðast til kappingar og jaktferðir í útlondum. Sum nú er, skal søkjast um loyvi hvørja ferð ein fer av landinum við vápni.

Framsókn vil eisini arbeiða fyri at tað eisini verður møguligt at íðka riflu- og pistólskjóting sum ítrótt. Riflu- og pistólskjóting er ein stór ítróttargrein á Oyggjaleikunum. Á oyggjaleikum á Jersey 2015 vóru 30 kappingar í pistólskjóting og 16 í ymisku sløgunum av riflu. Í alt 46 kappingar fyri menn, kvinnur og lið. ??llum hesum 138 heiðursmerkjunum eru vit avskorin fyri at kappast í. Til samanlíkingar eru ???einans??? 126 heiðursmerki at vinna í svimjing. Hvør veit ikki um tað finnist ein ???Pál Joensen??? í skjóting í Føroyum. Hyggja vit eftir einari aðrari skjótigrein, sum er kend í Føroyum, nevniliga boga- og høglbyrsuskjóting hava vit vunnið nógv heiðursmerkir á oyggjaleikum og øðrum kappingum uttanlands.

Eisini kann leggjast afturat, at um tað bleiv gjørdur ein skjótibani til riflu og pistól, kundi hetta møguliga kombinerast við einum skjótibana til bogaskjóting, sum stórliga manglar virðiligar umstøður.

Karlot Hergeirsson,

valevni fyri Framsókn

Les fleiri lesarabrøv her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder