2019-11-22 07:24

Seinastu dagarnar hevur verið ført fram, at tryggingartakarin í Betri Trygging skal gjalda fyri, at stjóra- og nevndartryggingar eru teknaðar. Hetta er ikki rætt.
Tryggingartakarin verður ikki ávirkaður av hesum, og stjóra- og nevndartryggingar ávirka í sera lítlan mun roknskapin hjá Betri Trygging fyri 2019.
Sum eitt ískoyti kann nevnast, at vanliga verða stjóra- og nevndartryggingar endurtryggjaðar av øðrum tryggingarfelagi uttanlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald