Seinastu 4 árini hevur mær unst at umboða Føroya fólk á Tingi.
Nú val er í hondum eiga vit at seta sjóneykuna á sjómenn og útróðrarmenn, sum eru teir ið
breyðføða tjóðina.
Eftir politiskt trýst frá m.a undirritaða, eydnaðist at hækka minstulønina í vár, uppí 1000 kr/dag og
minstaforvinningin uppí 18.000 kr/mánaða. Trygdargrunnurin verður stýrdur av reiðarum og
fiskimonnum, men greið politisk signal viga sjálvandi eisini tungt tá útgjøld skulu ásetast.
Eg vil virka fyri, at minstalønin og minstiforvinningurin komandi valskeið hækka munandi, tí at tær
umstøðurnar ið hetjur okkara á sjónum virka undir, eru ikki tespuligar og hvørsmanns føri.
Somuleiðis vil eg virka fyri, at markið fyri nær ein kann kalla seg fultriknan útróðrarmann, ið
hækkaði eftir ein brølara undir makrelsamgonguni, verður lækka munandi aftur, so at teir sum liva
av snelluútróðri aftur av røttum kunnu kalla seg fultriknar útróðrarmenn.
Pensiónsaldurin verður óivað at hækka í komandi tíðum. Rákið er tann vegin og tað er helst eisini
rætti vegurin at fara, fyri ávísar samfelagsbólkar. Men ikki fyri teir sum starvast á sjónum alt lívið.
Tað má ikki henda seg, at pensiónsaldur verður hækkaður hjá hesum samfelagsbólki, har áratíggju
á sjónum fara illa við kroppinum.
Eg fari at virka fyri, at ein serlig skipan verður ásett fyri sjómenn, sum lækkar pensiónsaldurin hjá
teimum eftir hvussu leingi teir hava verið á sjónum.
Brandur Sandoy, tingmaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald