
Góðu úrslitini hjá feløgunum í Betri samtakinum førdu við sær, at móðurfelagið, Betri P/F, hevðieitt gott úrslit í 2018. Ársúrslitið fyri 2018 gjørdist 124,5 mió. kr., ið leggjast afturateginpeninginum hjá Betri P/F, sum harvið kemur upp á 3.070 mió. kr.
Hóast Betri P/F við eginognini á omanfyri 3 mia. kr. skuldi verið væl bjálvað, sær samtakiðavbjóðingar í nýggju kapitalkrøvunum, sum ætlandi verða áløgd SIFI-peningastovnum komandiárini. ??tlaðu krøvini eru rættilig hørð í mun til líknandi peningastovnar uttanlands og kunnuavmarka møguleikarnar at veita lán til føroyskt vinnulív. Harumframt eru eyka krøvini til føroyskarSIFI-peningastovnar kappingaravlagandi í mun til útlendskar peningastovnar, sum hava áhuga í atsleppa inn á føroyska marknaðin. Betri vónar tí, at myndugleikarnir umráða støðuna viðvíkjandikrøvunum til SIFI-peningastovnar av nýggjum, nú tey nýggju sokallaðu NEP-krøvini eisini eru parturav samlaðu kapitalkrøvunum.
Feløgini í samtakinum gjørdu í 2018 størstu kundakanning í Føroyum nakrantíð. Fleiri enn 5.000kundar vórðu spurdir um nøgdsemið við tænasturnar í feløgunum, og hvussu feløgini bestmøguligt gongur teirra tørvi á møti. Kanningin gevur neyva vitan um tørvin hjá kundunum, sumfeløgini fara at arbeiða víðari við í 2019. Kundarnir eiga Betri, og tí verður stórur dentur lagdur á atmenna tænastuna til kundan í samtakinum.
Umframt aðalmálið at vera fremsti og tryggasti heildarveitari innan trygging, fígging, pensjón oghúsamekling í Føroyum, er tað eisini ábyrgdin hjá stórum feløgum at taka lut í føroyskasamfelagnum og stuðla samfelagsgagnligum virksemi. Tí samtykti Betri ein CSR-politikk í 2018, ogsæst úrslitið av politikkinum millum annað aftur í tí stuðli, sum varð latin vælgerandi endamálumgjøgnum Betri Stuðulsgrunnin. Stuðul var millum annað latin til Barnaheimið, Kvinnuhúsið, Kris ogbjargingarfeløgini.
Betri P/F takkar kundum, samstarvsfeløgum og starvsfólki í øllum samtakinum fyri gott samstarv í2018.
Árið í stuttum
??? Ársúrslitið: 124,5 mió. kr.
??? ??rslitið áðrenn skatt: 147,3 mió. kr.
??? Eginognin: 3.070 mia. kr.
??? Fíggjarstøðan javnvigar við 12.4
Sjálv ársfrágreiðingin er at finna á her www.betri.fo/um-betri/um-felogini/betri-p-f/roknskapur-betri-p-f/2018/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald