Vinna

Betri samtakið tillagar leiðslubygnaðin

...

2017-07-07 20:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tryggingareftirlitið góðkennir ikki, at forstjórin í samtakinum eisini er forstjóri í Betri Trygging og Betri Pensjón. Tí verður vent aftur til undanfarna leiðslubygnað í samtakinum.

Nevndin í Betri P/F hevur gjørt av at tillaga bygnaðin í Betri samtakinum av nýggjum, eftir at Tryggingareftirlitið hevur vrakað nýggja bygnaðin, sum varð settur í verk í mars í ár. 

Tillagingin fevnir um leiðslubygnaðin í Betri Trygging og í Betri Pensjón, og tað merkir, at Súni Schwartz Jacobsen ikki heldur fram sum forstjóri í hesum báðum feløgunum. Súni Schwartz Jacobsen er framvegis forstjóri í Betri P/F og í Betri Banka. Jean Djurhuus verður verandi stjóri í Betri Trygging, og Helgi L. Petersen verður verandi stjóri í Betri Pensjón. 

Feløgini verða framhaldandi rikin sum samtak við kundanum í miðdeplinum. Betri fer framvegis at bjóða kundunum fyrimunirnar við at vera kundar í einum samtaki, sum kann bjóða allar tænastur á einum stað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder