Betri P/F hevur í dag sett Ben Arabo í starv sum samtaksstjóra. Ben Arabo hevur starvast sumstjóri hjá Atlantic Petroleum síðan 2010. Hann hevur drúgvar royndir á vinnuøkinum og tekur viðstarvinum 1. desember 2017. Mortan Poulsen, umsitingarstjóri í Betri P/F, virkar framhaldandi sumfyribilsstjóri inntil Ben Arabo tekur við starvinum. Ben Arabo verður samstundis vanligurnevndarlimur í nevndunum fyri Betri Banka, Betri Trygging og Betri Pensjón.
Betri Banki hevur eisini fingið nýggjar stjórar. Jean Djurhuus, stjóri í Betri Trygging, er settur í starvsum bankastjóri og Olav Guttesen, vinnukundastjóri í Betri Banka, er settur sum varastjóri íbankanum.
Olav Guttesen tekur við starvinum beinanvegin og avloysir sostatt Bjørn Mortensen, sum hevurverið fyribilsstjóri í bankanum. Jean Djurhuus tekur við starvinum 1. desember 2017.
Betri Trygging hevur sett Ingunn Eiriksdóttir í starv sum stjóra á Betri Trygging. Ingunn Eiriksdóttirhevur starvast sum fyrisitingarstjóri hjá Tórshavnar Kommunu síðan 2013. Hon tekur við starvinum1. desember 2017, tá hon eisini fer úr nevndini hjá Betri Trygging.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald