Politikkur

Betri marknaðaratgongd av føroyskum vørum

...

2015-08-24 02:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað eru stórar broytingar hendar við føroyska samhandlinum við útheimin seinastu árini. Síðani 2010 er útflutningurin øktur við 35 %. Sambært Hagstovuni hevur størsti samhandil Føroya við útheimin verið við ES lond og Norðurlond. Nakað bendir á, at hetta mynstur hevur broytt seg. Tann stóri útflutningsvøksturin seinastu árini hevur verið til Russlands, Asia, serliga Kina og USA.

Føroyar eru vorðar ein meira virkin viðspælari á altjóða marknaðinum. Enn eru tó marknaðar- og vinnuligar forðingar, ið eiga at beinast burtur. ??kta býtið av pelagiska tilfeinginum hevur givið føroyska búskapinum eina heila milliard í eyka inntøkum. Vit eiga at seta okkum greið mál um, at hetta tilfeingið og fiskatilfeingið yvirhøvur skal virðisøkjast. Ein virðisøking av tilfeinginum í sjálvur sær er ikki nokk, um vøran ikki fær best møguligar marknaðartreytir, og allar tollforðingar verða tiknar burtur. Tí eiga vit at virka fyri, at;

· Vit fáa eitt serfrøðingatoymi í ???international law/relations??? , sum burturav tekur sær av altjóða sáttmálum og felagsskapum.

· Føroyar fáa fríhandilsavtalu við ES.

· Føroyar fáa fríhandilsavtalur við marknaðir sum hava samhandil við; Russland, Kina og USA

· Føroyar gerast limir í handilsfelagsskapinum WTO.

Vit eiga ikki at steðga teirri góðu gongdini, men áhaldandi tryggja, at inntøkurnar vaksa hjá landskassanum. ?? dag eru 1200 fleiri løntakarar enn í nov. 2011. Inntøkurnar er vaksnar 2,6 ferðir so skjótt sum útreiðslurnar. Vit eiga at seta okkum sum mál, at hesar inntøkur tvifaldast komandi árini og somuleiðis talið av løntakarum. Hetta ber til við einum greiðum politikki um viðisøking av okkara tilfeingi og einum miðvísum altjóða politikki.

Vøkstur er vegurin til vælferð.

Annika Olsen

Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið.

Les fleiri lesarabrøv her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder