Vinna

Betri letur 5 mió. kr. til stuðulsvirksemi

...

2017-04-21 19:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Á ársaðalfundinum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, varð avgjørt at lata 5 mió. kr. avársúrslitinum hjá Betri samtakinum í fjør til at byrja virksemið hjá nýggja stuðulsgrunninum BetriStuðul. Til ber nú at søkja grunnin um stuðul til virksemi ella størri verkætlanir, ið m.a. eruskaðafyribyrgjandi, tryggleikaskapandi og samfelagsgagnligar, umframt at Betri Stuðul sjálvt ferat virka sum stigtakari til virksemi, ið er við til at gera lívið og samfelagið enn betri hjáføroyingum.

Endamálið hjá Betri Stuðli er at skapa tryggleika umvegis stuðul, undantikið rakstrarstuðul, tilvirksemi, ið gagnar tryggingartakarum, millum annað virksemi, ið er: skaðafyribyrgjandi,sjúkufyribyrgjandi og tryggleikaskapandi. Stuðul kann eisini latast til annað samfelagsgagnligtvirksemi, m. a. til list, gransking og mentanarlig átøk.

Í nevndini fyri Betri Stuðul sita Árni D. Brattaberg (formaður), Annika Waag, Jákup Egholm Hansenog Frankie Jensen. Betri Stuðul er ikki ein sjálvstøðug løgfrøðilig eind, men partur av virkseminumhjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Komandi stuðulsupphæddin til Betri Stuðul verður árliga ásettav nevndini í Ognarfelag Tryggingartakaranna í sambandi við støðutakan til afturbering. 

Nevndin í Betri Stuðli hittist í minsta lagi 2 ferðir um árið, har nevndin tekur støðu til innkomnarumsóknir um stuðul. Marknaðardeildin hjá Betri P/F umsitur dagliga virksemið hjá Betri Stuðli. 

Til ber nú at søkja um stuðul til virksemi, ið fylgir ásettum treytum hjá stuðulsgrunninum. Hettakann gerast umvegis heimasíðuna: betri.fo ella teldupost: [email protected] 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder