Vinna

Betri fingið nýggjan leiðslubygnað

...

2017-03-21 18:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Betri kann í dag kunngera, at Jean Djurhuus er settur sum tryggingarstjóri og Helgi L.Petersen sum pensjónsstjóri í Betri. Nýggjur bankastjóri verður settur, so skjótt sum tilber. 

Nevndin hjá Betri p/f, fyrrverandi TF Holding, avráddi í fjør summar, at alt virksemi hjáfeløgunum, tað er fígging, trygging og pensjón, umframt húsamekling, skuldi rekast sum eittsamtak, har tætt samstarv er millum øll feløgini. Henda skipan ber í sær, at feløgini kunnuveita kundanum enn betri tænastur. 

Arbeitt hevur verið eina tíð við at menna bygnaðin, fyri at kunna útinna avgerðina hjánevndini í verki. ???Vit eru tí errin av, at vit í dag kunnu navngeva bæði nýggjan samleika ognýggjan leiðslubygnað???, sigur Arni D. Brattaberg, formaður í OgnarfelagTryggingartakaranna. 

Samtakið er nú skipað við móðurfelagnum Betri p/f og dótturfeløgunum Betri Banki, BetriTrygging, Betri Pensjón, umframt Betri Heim, sum er dótturfelag hjá bankanum. Hesifeløgini eru stjórnað soleiðis: 

??? Betri p/fArni D. Brattaberg, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri 

??? Betri Banki p/fTorben Nielsen, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri

 ??? Betri Trygging p/fLars Bonde, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri og Jean Djurhuus, stjóri 

??? Betri Pensjón p/fBogi P. Nielsen, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri og Helgi L. Petersen,stjóri 

??? Betri Heim p/fSúni Schwartz Jacobsen, formaður og Kára á Dunga, stjóri 

Høvuðsuppgávurnar hjá Betri p/f eru at røkja allar stápsuppgávur hjá dótturfeløgunum, sosum roknskap, KT, menning, starvsfólkaviðurskifti og marknaðarføring, umframt at virkasum skrivstova hjá nevndunum.Tað er Súni Schwartz Jacobsen, sum er forstjóri í felagnum. 

Í samtaksleiðsluni eru: Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri, Jean Djurhuus, tryggingarstjóri,Helgi L. Petersen, pensjónsstjóri umframt Ole Guldborg Nielsen, fyri fíggjarøkið og MortanPoulsen, fyri stápsøkið. Harumframt skal setast ein nýggjur stjóri fyri Betri Banka, sum eisiniverður partur av samtaksleiðsluni. 

???Vit kunnu longu frá í dag bjóða kundum okkara tænastur innan fígging, trygging, pensjónog húsamekling um eina leið og síggja fram til at kunna veita eina enn Betri tænastu,??? sigurArni D. Brattaberg at enda. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder