Politikkur

Betri ferðslutrygd

...

2016-10-20 16:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eg eri eitt av valevnunum á lista V til kommunustýrisvalið. Ein av orsøkunum til at eg valdi at stilla upp er, at eg haldi at frástøðan millum valdið og fólkið er ov long, og at tað eftir mínum tykki er ov langt ímillum ætlan og handling. Sum dømi kann eg nevna ferðsluviðurskiftini í og ímillum bygdirnar. Borgarar hava í áravís gjørt vart við ferðsluvandar og víst á møguligar loysnir fleiri staðir í kommununi, men standard svarið hevur verið at ???arbeitt verður við einari ferðsluætlan fyri alt økið??? ??? hetta var svarið frá kommununi, tá vit borgarar í Sørpum fyri 6 árum síðani sendu skriv til táverandi kommunustýrið, og sama er svarið, tú fært í dag. Uppgávan hjá kommunustýrinum er at tryggja nærdemokrati, og at fáa mál og viðurskifti avgreitt skjótt og væl í samsvar við ynski borgarans, ikki at plasera mál í nevndum og arbeiðsbólkum í fleiri ár, ja enntá áratíggju. 

Vegurin gjøgnum og millum bygdirnar Miðvág og Sandavág og inn á skúlan er eitt klassadømi uppá manglandi handling frá skiftandi kommunustýrum upp gjøgnum tíðina. Síðani undirsjóðartunnilin lat upp í 2002 er talið av bilum, ið koyra gjøgnum tunnilin, og harvið eisini ígjøgnum bygdirnar økt úr 360.000 í 2003 til 681.000 í 2015, og hetta talið økist ár um ár. Einasta átakið, ið er gjørt, er ein ???oyggj??? norðanfyri Sandavág, nøkur skelti, og rundkoyring við FK. Nú eru so nakrar ???vegforingar??? komnar í Miðvági, men øll, ið hava eygleitt fersluna gjøgnum Miðvág, síggja at hesar muna lítið, fyri ikki at siga onki. 

Hví tað ikki fyri langari tíð síðani er farið undir at gera eina trygga gongu/súkkluleið úr bygdunum inn á skúlan, er bert at undrast á, tí hetta kann gerast uttan tann heilt stóra kostnaðin, antin við at gera eina breyt niðanfyri vegin, ella við at fylla upp omanfyri vegin. Við skúlan á Giljanesi mugu og skulu ymisk viðurskifti bøtast. Vit hava ikki ráð og kunnu ikki bíða til ein skaði er hendur. Vegurin niðan til skúlan má fyrst av øllum gerast betur upplýstur. Eisini innkomuviðurskiftini á staðnum eru út av lagi vánalig. Her kundi verið passandi at fingið eina rundkoyring, ið samstundis eisini hevði givið eina betur, og natúrliga farleið oman til virkini niðanfyri vegin. 

Verði eg vald inn í kommunustýrið, fari eg at arbeiða fyri, at tað, ið kann, verður sett í verk beinanvegin, og streingja á landsmyndugleikarnar um at gera sítt fyri at tryggja teirra part av strekkjunum. X Við lista V Christina Ravnsfjall Valevni á Nýgga lista V

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder