
??rslitið hjá Betri Banka áðrenn skatt fyri fyrra hálvár 2019 gjørdist 69,6 mió.kr. ??rslitið er í stóran mun ávirkað av góðu tíðunum í Føroyum.
???Farna hálvárið hava vit fingið nýggjar kundar og nýggj útlán og hava harvið vaksið um okkara inntøkur, og tað fegnast vit um. Vøksturin í sethúsalánum er um alt landið, men vit kunnu staðfesta, at vøksturin er lutfalsliga størstur uttanfyri Havnina,??? sigur Jean Djurhuus, forstjóri.
Bankin hevur samstundis megnað at minka um útreiðslurnar, so harvið er grundraksturin í bankanum batnaður.
Nýggjar tænastur eru farna hálvárið bjóðaðar fram á marknaðinum, sum kundarnir hava tikið væl ímóti. Tað er til dømis sera vælumtóktu fjepparakortini, ið geva Betri-kundum møguleikan at fáa sítt føroyska fótbóltslið á gjaldskortið; men eisini Lumma appin til børn, og Apple Pay til fartelefonina.
??rslitið er betri enn bankin metti við árslok 2018. Høvuðsorsøkin er serliga góðu tíðirnar í Føroyum, har kundarnir eru væl fyri fíggjarliga og tí røkja sínar lánsskyldur. Tað hevur ført við sær, at niðurskrivingar upp á útlán eru afturførdar. Eisini hevur bankin havt hægri inntøkur av lánsbrøvum enn væntað. Hesar inntøkur eru í ávísan mun óvanligar, men góða úrslitið kemst eisini av økta virkseminum í bankanum.
Hálvárið í stuttum
??? ??rslitið áðrenn skatt: 69,6 mió. kr.
??? ??tlán: 6.300 mió. kr.
??? Innlán: 7.738 mió. kr.
??? Solvensurin við hálvár: 25,9%
??? Væntað úrslit áðrenn skatt fyri 2019: 80-100 mió.kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald