Ítróttur

Besta mansdeildin eitur nú FTZ deildin

...

2015-05-16 22:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er við stórari gleði, at Hondbóltssambandið í dag kann kunngera, at besta mansdeildin nú eitur FTZ deildin. Í góð 10 ár hevur mansdeildin itið Atlantic Airways deildin, men eftir at Atlantic gjørdist landsliðsstuðul hjá HSF varð greitt, at deildin fór at fáa nýtt navn. HSF og FTZ hava gjørt tvey ára samstarvsavtalu um deildina.

FTZ selur alt innan billutir og amboð og hevur deildir bæði á Kambsdali og í Havn. Tað eru Vagnur Johannesen og Ragnar Joensen, sum standa á odda fyri FTZ í Føroyum. Samstarvsavtalan var undirskrivað av Starvsnevndarformanni Hondboltsambandsins Kristiani Johansen og Jørgen Thomsen, sum er nevndarformaður í FTZ á messu í Badmintonhøllini í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder