Nú stórskaðar eru á grótkøst og annað sum ikki kann tryggjast, fari eg enn einaferð at reisa spurningin um vit ikki burdu havt ein kommunalan grunn, sum kommunurnar eftir fólkatalinum skuldu goldið inn í, at brúkt úr tá slíkar hendingar koma fyri, hvat tær javnan gera.
Hesuferð gekk tað serliga útyvir Hvalba, Porkeri og Skopun, har stórskaðar eru hendir, sum eftir mini metan kosta einar 30-40 mió kr at gera aftur.
Hetta eru tríggjar smáar kommunur, við lágum skattagrundarlagi, og skulu tær sjálvar gera allar skaðarnar aftur, skræðir hetta beinini undan øllum øðrum tænastum hesar kommunurnar skulu veita borgarum sínum.
Eg haldi at hesuferð skal landið sjálvsagt veita hesum kommunum bróðurhond, og hjálpa til við at gera skaðarnar aftur. Tá vit kundu við einum pennastroki hjálpa íslendingum í teirra neyð við 300 milliónum, so kunnu vit eisini hjálpa okkara egnu burtur úr hesi støðuni.
Eg havi altíð talað fyri í kommunalum høpi, at vit fáa stovnsett ein kommunalan grunn, ið kann veita kommunum hjálp tá slíkar hendingar koma fyri.
Kommunurnar hava fyrr víst vegin, eitt nú við at stovnseta SEV og IRF, samhaldsfastar skipanir sum hava verið til almikið gagn fyri landið sum eina heild.
Stórskaði av veðri kunnu raka øll á okkara útsettu oyggjum, uttan mun til hvar í landinum vit eru, tí haldi eg at landið eisini kundi gingið undan og sett eina rundahándaða upphædd í ein grunn sum stovningarupphædd, so at gongd fekst á beinanvegin.
Brandur Sandoy, tingmaður
Politikkur
Bert er bróðurleyst bak
...
2020-03-02 22:47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald