2017-02-04 17:46

Bergur Robert Dam Jensen í Kollafirði vann silvur í EM í París, hann skrivar á Facebook:
So er EM kappingin av.
Eri málleysur. Fyri umleið 15 árum síðan fekk eg eina diagnosu sum als, als, als ikki gjørdi eina slíka luttøku møguleika. Nú stendur man her millum bestu rógvarar í dag. ??rtøkan bleiv til eina silvur í EM 2017.Eitt sindur málleysu. Mamma og pápi takk fyri ótroyttuligan stuðil, omma tíni orð og stuðil 1000 takk, abbi hvar tú enn ert, Svipp. Verðfamiljan í Miðvági, 1000 takk fyri, tit eiga stóran heiður í hesum takk fyri allan stuðil og góða rádgeving. Seinast og ikki minst mín kera Sarita Kristina Hansen, hetta vildi ikki verði møguligt uttan teg, mín veldigi klettur

Hetta ferðalagið hevur verði framúr.
Nú stendur á fejring eitt sindur og so FM í mars á skrá

Over & out úr París
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald