Ítróttur

Bergur Person StÍF: Vit skulu í finaluna

...

2017-01-22 18:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eftir dystin ímillum Kyndil og StÍF í kvøld hittu við Berg Person hjá StÍF - vit settu honum nakrar spurningar.

Hvat sigur tú um dystin í dag?

Eg haldi at dysturin er ein av alloarbestu dystunum, sum vit hava spælt í ár - og dysturin var góður frá báðum liðunum, men vit draga tað longra stráðið - spæla kanska tað meira sikkurt.

Hví eru tað tit í vinna?

Eg veit ikki orduliga - haldi at allir okkara menn raka dagin, og sjálvt um vit fáa reytt kort seinast í fyrra hálvleiki, so taka aðrir við og vit koyra tað heim - gott liðavrik.

Í hálvleikinum hugsi eg, at tit løgd nýggjan taktikk, tí ein av tykkara lyklaspælarum hevði fingið reytt kort - hvat tosaðu tit um?

Nei, vit tosaðu ikki so nógv um tað, vit vistu at vit høvdu aðrar menn, sum kundu traðka til har - sum Allan Pætur og Pætur og so Marius, sum hevur tær royndirnar hann hevur, vit tosaðu bara um at fáa seinna hálvleik at koyra og koyra okkara spæl.

Hvussu langt koma tit í steypakappingini - hvat er ætlanin?

??tlanin er altíð at koma í finaluna, tað er tað stuttliga - hettar eru sstuttligir dystir og vit ætla okkum at vinna bólkio, og taka tað so harífrá - vinna væntandi hálvfinalurnar og so er tað finalan - tað hopa vit.

Verður nøkur broyting til komandi dyst?

Nei, vit hopa at Karten kanska verður klárur aftur - tí Levi heldur kanska ikki til ein slíkan dystd afturat, so vit hoåa at Karten verður við eisini, men annars skulu vit halda fast vit tað góða sum vit vístu í dag - og koyra á.

Ja, Levi spældi ein góðan dyst - ein framúr dyst, hann kom sera væl frá uppgávuni og kann gott spæla aftur.

Ja, hann kann gott spæla aftur, tað er bara tað, at hann ikki hevur vant so nógv - bara eina ferð - og er hálaður inn tí Karten er skaddur, men vit vita tað, vit gjørdu tað sama ein annan dyst ímóti Kyndil, har Levi eisini spældi ein framúr dyst, hann klárar tað til eina og hvørja tíð, í dag stóð hann væl, men tað er bara tað, at kroppurin heldur kanska ikki til slíkt press, Levi fekk ilt í armin í dag, men spældi væl hóast tað, hann var óførur, segði ein vælnøgdur Bergur Person eftir dystin í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder