Vinna

Beitir setir met í Íslandi

...

2016-05-03 12:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Íslendska svartkjaftaskipið Beitir NK kom til Seyðisfjarðar í morgun við uml. 3.000 tonsum av svartkjafti, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi, einar 60 fj. í landsynning úr Akrabergi.

Beitir landaði eisini seinasta túr á Seyðisfirði, tá høvdu teir 3.047 tons, sum er størsta nøgd av av svartkjafti, sum eitt íslendskt skip hevur landað. Skiparin Tómas Kárason, sigur við heimasíðuna hjá Sildarvinnsluni, at fiskiskapurin hevur verið góðu, teir hava ligið um 600-700 tons um døgnið, hendan túrin gjørdu teir 6 tov.

Beitir er á veg til Neskaupstaðar við 2.200 tonsum, skiparin Halfdan Hálfdanarson sigur við SVN at teir fingu uppí eftir at hava gjørt 6 tov.

Håkon EA landaði í gjár 1.360 tons av svartkjafti í Neskaupstaði.

??ll skipini hava fiskað sunnanfyri í føroyskum sjógvi.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder