2019-12-02 12:54

Íslendska skipið Beitir kom í morgun á Norðfjørðin við 3.100 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi eystur úr Fugloynni.
Nógv íslendsk skip eru á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi skrivar SVN.is.
Skiparin á Beitir - Sturlu ??órðarson, sigur við heimasíðuna hjá Sildarvinnsluni, at fiskiskapurin var nøkulunda, teir fingu fyri tað mesta 480-490 tons í hvørt tov, men teir høvdu long tov - uppí 22 tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald