Vinna

Beitir, Børkur og Bjarni ??lafson landa 4.700 tons av svartkjafti

...

2014-12-04 01:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Svartkjaftaskipini Beitir, Børkur og Bjarni ??lafson eru ávegis til Neskaupstaðar við 4.700 tonsum av svartkjafti, sum tey hava fiskað í føroyskum sjóøki.

Beitir er fullfermdur - uml. 2.000 tons, Børkur hevur 1.400 tons og Bjarni ??lafson hevur 1.300 tons, skipini verða í Neskaupstaði í kvøld/nátt.

Skipini høvdu lang tov, uppí 18 tímar, tá ið mest var í høvdu teir 450 tons, men annars lógu tey um 200 tons, tað skrivar www.svn.is.

Jón Kjartansson hevur eisini verið á svartkjaftaveiðu undir Føroyum, teir eru eisini ávegis til Ísland, hvat teir hava vita vit ikki, men helst millum 1.500 og 2.000 tons - Jón Kjartansson plagar at landa á Eskifirði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder