2016-02-04 15:54
Eftir steypadystin millum VÍF og StÍF í gjár, fingu vit orð á Beintu Sveinbjørnsdóttir, sum spælir við VÍF. VÍF vann dystin 20-19.
Sí eisini: Filmsbrot av endanum av dystinum her.
Hvussu vilt tú lýsa gongdina í dystinum?
- Dysturin var rættiliga rótutur, vit gjørdu nógvar feilir í byrjani av dystinum. Vit skiftust so at verða á odda, og soleiðis var gongdin ígjøgnum allan dystin. Vit pressaðu ikki nóg nógv móti málinum, og gjørdi rættiliga nógvar feilir frammanfyri málið í mun til sunnudagin. Tað var ikki ordiliga nakað ið riggaði hjá okkum, eg haldi at vit gjørdi ov skjótta av. Staðin fyri at geva tol, og spæla ordiligt álop. Tá vit gjørdi tað, riggaði spælið hjá okkum, so eg forstandi ikki hví vit ikki gjørdu tað allatíð, og verjan tosaði ikki ordiliga saman heldur. Tað er nakað vit skulu gera betur til leygardagin.
Hvat hevur tað at siga fyri dystin leygardagin, at tit vinna henda við einum málið?
- Vit ætlaðu at vinna við meira , so nú mugu vit bara geva eyka nógv inni á Skála leygardagin. Vit spældu ikki nóg væl í dag, at gera okkum forkjentar til at vinna.
Hvat skulu tit broyta til leygardagin?
- Fyrst og fremst er tað álopið. Eg haldi at Anna Ring málverjin hjá okkum bjargaði okkum sera ofta í verjuni, tí vit tosaðu ikki serliga væl saman, og vit dekkaðu ikki tvær og tvær, vit dekkaðu heldur ein og ein. Men tað skulu vit nokk fáa stýr uppá til leygardagin. Álopið skulu vit tosa um, bakkarnir skulu søkja meira eftir málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald