Politikkur

Beinrakin Fiskivinnunýskipan

...

2015-08-31 14:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Latið okkum fáa fólk á Ting við royndum og vitan um okkara landgrunn, ið kunnu tryggja Føroya fólki eina fiskivinnunýskipan, ið tekur støði í beinraknari vitan.

Møguleikarnir í fiskivinnuni síðstu árini eru fleirfaldaðir. Tað eru tó tillagingar, ið skulu gerast, fyri at tryggja fjølbroytni í vinnuni. Møguleikarnir í uppisjóvarvinnuni, skulu síggjast aftur í botnfiskavinnuni.
Verðandi fiskivinnulóggáva er torfør at skilja og verður tí mistulkað av andstøðu og tilvildarligum kjakarum í almenna rúminum. Við at rudda upp í skipanini, verður skipanin greið og einføld at skilja hjá fólki.
Fiskivinnufrøðiliga skulu vit flyta okkum fram á leið komandi valskeið. Arbeiðið skal skipast soleiðis, at samsvar skal vera ímillum gerandis vitan um okkara havøki og fiskivinnu øðrumeðin og vísindaligu staðfestingarnar hinumegin. Vísindaliga ráðgevingina skal skipast soleiðis, at samsvar er millum fiskidagaskipanina og ráðgevingina.
Verður borgarliga íkastið vrakað í eina komandi fiskivinnunýskipan, verður føroyski privat-búskapurin royttur. Vinnuliga fjølbroytni, ið hevur blomstrað meðan borgarliga samgongan hevur sitið verður avreitt, eins og avleidda virksemið, ið skapar stór virðir um alt samfelagið fær eitt skot fyri bógvin.
Latið okkum fáa umboð á Ting við royndum og vitan um okkara landgrunn!

Eyðstein ??. Poulsen
Valevni Fólkafloksins???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder