Ítróttur

Beinleiðis: VÍF - StÍF (steypakapping)

...

2016-02-04 01:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Myndir, samrøður og seinasta løtan koma út á jn.fo seinni.

Liðugt: Vit fingu ein gysara í høllini í Vestmanna. VÍF byrjaði seinna hálvleik betur, og komu eisini á odda 19-15, áðrenn StÍF fekk aftur gongd á teirra spæl. VÍF vann 20-19 á StÍF.
Málskjúttar:
VÍF: Marianna 8, Randi 3, Daniella 3, Kathe 2, Brynja 2 og Agnas 2.
StÍF: Birna 6, Rebekka 4, Fríðrún 3, Bára 3, Guðrið 2 og Sunfríð 1.

60. min. Brotskast til StÍF, tíðin er farin. Fríðrún tekur sær av brotskastinum, men hon skorar ikki.

59. min. Lív bjargar skotinum frá Duritu. Nøl verður dómt móti StÍF.

58. min. Brotskast til VÍF, og Marianna verður víst 2. min. av vøllinum, og fer somuleiðis reytt kort fyri sína 3. útvísing. Fríðrún tekur sær av brotskastinum, og skorar til 20-19.

57. min. So er eitt mál á muni, Birna skorar til 19-18. Marianna skorar til 20-18, og Birna verður víst 2. min. av vøllinum.

56. min. Rebekka minkar um munin til 19-17.

55. min. Lív ger eina góða bjarging. 

54. min. Lív bjargar, og hon sendur Birnu avstað, Birna rakar stongina og út. VÍF tekur time-out.

53. min. Nøl verður dómt móti StÍF.

Myndir og samrøður koma út á jn.fo seinni.

51. min. Brotskast til StÍF, og Ronja verður víst 2. min. av vøllinum, Rebekka tekur sær av brotskastinum, men Anna bjargar. Rebekka minkar um munin til 19-16.

50. min. Rebekka rakar stong út, og Anna sendur Randi avstað, sum skorar til 19-15.

49. min. Randi skorar uppá skjótálop, støðan er nú 18-15. StÍF tekur time-out. Anna ger aftur eina góða bjarging.

48. min. Anna tekur aftur ein 100% møguleika frá Birnu. Daniella skorar, men dómt verður skritt móti henni.

47. min. Agnas skorar til 17-15.

46. min. Brotskast til VÍF, tað tekur Marianna sær av, og leggur VÍF á odda 16-15.

45. min. Anna tekur ein 100% møguleika frá Birnu.

44. min. StÍF tekur time-out. Guðrið verður víst 2. min. av vøllinum tí hon blakar bóltin frá sær, eftir at dómarnir hava dómt bóltin til VÍF.

43. min. Nøl verður dómt móti VÍF.

42. min. Marianna javnar til 15-15.

41. min. Nú eru VÍF aftur fullmannaðar. Daniella minkar um munin til 14-15.

39. min. Bára skorar uppá skjótálop til 13-15. Marianna verður víst 2. min. av vøllinum.

37. min. Lív bjargar. Agnas verður víst 2. min. av vøllinum. Nú er StÍF aftur á odda, Bára skorar til 13-14.

36. min. Birna hevur aftur send í skjótálop, men hesuferð bjargar Anna.

35. min. Birna skorar aftur fyri StÍF, nú er javnleikur 13-13, tað var hennara 6. mál.

34. min. Birna verður send í skjótálop, og hon javnar til 12-12. Brotskast til VÍF, Marianna tekur sær av tí, og hon skorar til 13-12.

33. min. Randi skorar til 12-11.

32. min. Rebekka javnar til 11-11.

31. min. So er seinni hálvleikur aftur í gongd.
Hesar byrja inni:

VÍF: Anna, Randi, Daniella, Agnas, Marianna, Ronja og Kathe.
StÍF: Lív, Bára, Sunfríð, Fríðrún, Paula, Birna og Rebekka.

Hálvleikur: Dysturin byrjaði sera væl, og vit fingu sera flott og gott hondbólt spæl frá báðum pørtum. StÍF kom út flúgvandi, men so tók VÍF time-out, tá komu tær betur við, men eftir StÍF tók time-out miskeiðis í hálvleikinum, hava liðini gjørt eitt hav av feilum, og góða spæli ið vit sóu fyrstu løtuni fall burtur. Hálvleiksstøðan er 11-10. Í Havn er eisini hálvleikur, har er Neistin á odda 11-7 móti Kyndli.

Málskjúttar:
VÍF: Marianna 3, Daniella 2, Kathe 2, Brynja 2 og Agnas 1.
StÍF:  Birna 4, Guðrið 2, Sunfríð 1, Bára 1, Rebekka 1 og Fríðrún 1. 
30. min. Marianna skorar til 11-10. Anna bjargar seinasta skotinum frá Rebekku.

29. min. Nøl verður dómt móti StÍF. Daniella ger álopsfeil. Bára brennur ein 100% møguleika.

27. min. StÍF ger álopsfeil.

26. min. Lív bjargar einum skjótálopið frá VÍF.

23. min. Marianna javnar til 10-10.

22. min. Fríðrún hevur lagt StÍF á odda 9-10. Í somu løtu Marianna kemur inn, verður Durita víst 2. min. av vøllinum.

21. min. So er aftur javnleikur, Sunfríð javnar til 9-9. 

20. min. Brotskast til StÍF, og Marianna verður víst 2. min. av vøllinum. Fríðrún tekur sær av brotskastinum, men Viviann bjargar, StÍF fær fatur á returinum. 

19. min. Guðrið minkar um munin til 9-7. Birna skorar uppá skjótálop, støðan er 9-8.

18. min. Agnas skorar uppá skjótálop, støðan er 9-6.

17. min. StÍF verða dømdar fyri nøl. VÍF er nú á odda við tveimum, Marianna skorar til 8-6.

15. min. Agnas ger dribl.

14. min. Guðrið ger álopsfeil.

13. min. Kathe skorar til 7-6. StÍF tekur time-out.

12. min. Birna javnar til 6-6. Aftur brotskast til VÍF, tað tekur Brynja sær av, men Lív bjargar aftur. VÍF hevur skorað tvey brotskøst, og brent tvey.

11. min. Brynja hevur lagt VÍF á odda 6-5.

10. min. So er StÍF aftur á odda, Bára skorar til 4-5. Daniella spælir ein góðan bólt til Kathe á strikuni, sum javnar til 5-5. Bára verður víst 2. min. av vøllinum.

9. min. So er aftur javnleikur, Daniella skorar uppá skjótálop, støðan er 4-4.

8. min. Geir tekur time-out. Daniella minkar um munin til 3-4, av strikuni.

7. min. Brotskast til VÍF, Marianna tekur sær av tí, men Lív bjargar. Nú er StÍF á odda við tveimum, Birna skorar til 2-4.

6. min. Fríðrún javnar til 2-2, av høgra vongi. Lív tekur ein 100% møguleika frá Kathe. Guðrið hevur lagt StÍF á odda 2-3.

5. min. Rebekka javnar til 1-1. Aftur brotskast til VÍF, Marianna tekur sær av tí, og skorar til 2-1.

3. min. Brotskast til VÍF, tað tekur Brynja sær av og skorar til 1-0.

2. min. Viviann bjargar.

1. min. So er dysturin settur í gongd.

Hesar byrja inni:

VÍF: Viviann, Beinta, Marianna, Agnas, Daniella, Byrnja og Kathe. 

StÍF: Lív, Birna, Rebekka, Bára, Fríðrún, Guðrið og Paula.

VÍF tekur í kvøld móti StÍF í hálvfinaluni í Coca-Cola steypakappingini hjá kvinnum. Tað ber til at fylgja við dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá honum. Dysturin byrjar klokkan 20:00.

Sí toppskjúttalistan hjá kvinnum her, og hjá monnum her.

VÍF: Anna Ring, Viviann Petersen, Lív Ingdórsdóttir, Agnas Olsen, Brynja Rógvadóttir, Annika Poulsen, Beinta Sveinbjørnsdóttir, Marianna H. Jacobsen, Durita C. Jojic, Randi Vigarsdóttir, Daniella Joensen, Ronja Johannesen, Kathe Frederiksen og Tóra Seloy.
Bonkur: Geir Wardum, Johan L. Poulsen og Jórunn Gudmundsen.

StÍF: Lív Arge, Birtia Absalonsen, E. Ingibjørg Kass, Fríðrún D. Olsen, Rebekka Justinussen, Erla Petersen, Bára Berthelsen, Guðrun Gærdum, Poula D. Berg, Sunfríð B. Jóhansen, Guðrið Poulsen, Birna Tummasardóttir, Ansy Sevdal og Paula B. Høgnesen. 

Bonkur: Pauli Poulsen, Jústines Justinesen og Machala C. Mather.

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder